Málið við KRISTFEST er, at menniskju møta evangeliinum um Jesus gjøgnum sang og tónleik.

KRISTFEST er ein partur av Kirkjuligu Heimamissiónini. Grundtankin er at skipa fyri tiltøkum í konserthøllini í Leguhúsinum í Nesvík, møguligt yvirskot fer til at betra um viðurskiftini í høllini.

Vit miða eftir at hava fjølbroytt tónlistafólk á KRISTFEST. Bæði útlendsk, nýggj føroysk og føroysk tónlistafólk, sum hava verið á tónleikapallinum í fleiri ár.

KRISTFEST ynskir at kasta ljós á tónlistafólk, sum brúka sínar tónleikagávur til at lovsyngja Harranum og at boða evangeliið um Jesus.

KRISTFEST skipar tí fyri festivalinum, sum eitt árligt tiltak og aðrar minni konsertir, har boðskapurin er miðdepli.